53

Afturfall

Ein royki- og nikotinsteðgur kann taka langa tíð, og neyðugt kann vera at royna fleiri ferðir.

Afturfall er vanligt, og ein partur av nikotinsteðginum hjá nógvum. Hetta kemst av, at royking og nikotinvørur eru ógvuliga krøkjandi.

Um tú dettur útí, kanst tú síggja tað sum eina lítla forðing á leiðini móti lívinum uttan nikotin. Far væl við tær sjálvum/sjálvari, eins og tosaði tú við eitt vinfólk, sum snávaði.

Tú ert komin langt

Hugsa um, hvussu langt tú longu ert komin fyri at gerast nikotinfrí/-ur. Bert tað, at tú hevur tikið avgerð um at gevast, er flott.

Um tú fært afturfall, er gott at hugsa aftur á, hví tú tókst avgerðina. Set tær t.d. hesar spurningarnar:

- Hvørjar eru mínar orsøkir til at leggja av?

- Hvat hevði tú sagt við eitt vinfólk, um hann ella hon var dottin útí?

Síggj afturfallið sum eina lítla forðing á leiðini. Tú kemur skjótt aftur á kós.

Brúka tínar royndir

Hvørja ferð tú roynir at leggja av, fært tú nýggja vitan. Tá tú hevur havt afturfall, merkir tað ikki, at tú skalt byrja heilt av nýggjum. Tú heldur bara fram, og nú veitst tú, nær tú skalt vera serliga ansin.

Eitt afturfall kann læra teg at handfara truplu støðurnar, sum kunnu koma, tá tú leggur av. Tú kanst seta tær spurningar sum:

- Hvat var tað, sum gjørdi, at eg varð freistað/-ur at roykja ella brúka nikotin?

- Hvat kann eg gera fyri at minka um vandan fyri, at tað hendir aftur?

Skriva svarini á eitt pappír ella á telefonina.

Kom aftur á slóðina

At gerast royk- ella nikotinfrí/-ur kann samanberast við at súkkla. Summi læra tað skjótt, onnur skulu venja í longri tíð, áðrenn tað eydnast. Um tú hevur vinglað ella møguliga ert dottin á súkklu, ber so yvir við tær sjálvum/sjálvari. Tað er trupult í fyrstuni, og tað krevur venjing, men brádliga ein dag, so fert tú fúkandi avstað.

”Eg havi ikki tørv á tí. Tað havi eg jú prógvað fyri mær sjálvari. Eg vil fegin kunna gera okkurt gott fyri meg sjálva. Og tað skal eg aftur til.”

- Anja, í ferð við at leggja av.

Møguliga prógvar afturfallið nevniliga fyri tær, at tú hevur tikið røttu avgerðina. Ofta eru minnini um at roykja ella brúka nikotin meira ljósareyð enn veruleikin.

Les meira um evnið:

-          Statt ímóti trongdini

-          Ert tú í iva?