Áðrenn tú leggur av
Broyt spakuliga tínar vanar. Tað hjálpir, tá ið tú gevst.
Tá tú hevur valt tær ein dag, ið tú ætlar at gevast at roykja ella brúka aðrar nikotinvørur, kanst tú longu byrja at fyrireika teg.
Royn at gera smáar broytingar í nær og hvussu tú roykir ella brúkar nikotin. Hetta kann hjálpa tær at fáa greiðu á, hvørjar sigarettir ella nikotinvørur, tú kanst vera fyri uttan, og hvørjar eru truplari at sleppa.
Bjóða vanunum av
Tú kanst broyta vanar á ymsan hátt. Ger tað ikki ov trupult at byrja við og ger tað bert í styttri tíðarskeið. Royn t.d. okkurt av hesum hugskotunum:
- Bíða í 5 min. við at roykja ella brúka nikotin, hvørja ferð trongdin vísir seg.
- Droppa tær sigarettirnar ella nikotinvørurnar, ið eru lættast hjá tær at vera fyri uttan.
- Drekk kaffi ella te uttan at roykja ella brúka nikotin afturvið.
- Royk bert á ávísum staði, t.d. uttanfyri.
- Royk bert einsamøll/einsamallur, um tú plagar at roykja saman við øðrum.
- Brúka hina hondina at roykja við.
Tú hevur møguliga onnur hugskot til at gera broytingar í tínum nikotinvanum. Mest umráðandi er, at tað hjálpir tær spakuliga at broyta vanar.

Ger smáar broytingar í tínum royki- og nikotinvanum. Royn eitt nú at bíða í 5 minuttir, tá trongdin kemur.
”Eg taki ongantíð alt uppvaskið. Eitt sindur skal vera eftir, um nú nikotintrongdin vísir seg. So skundi eg mær út í køkin at vaska upp. Tá eg vaski upp, eru hendurnar í gongd, og so kann eg ikki roykja.”
- Tróndur, givin at roykja.
Ger eina ætlan fyri truplar støður
Tá ið tú kenni tínar vanar, hugsa so um, hvat tú annars kanst gera í teimum støðunum, tú vanliga kennir tørv á nikotini. Skriva niður, nær tú brúkar nikotin gjøgnum dagin, og hvat tú gert og følir tær løturnar. Hetta kann hjálpa tær við at leggja til rættis, hvat tú kanst gera, tá nikotintrongdin vísir seg. Skriva t.d. niður:
- Eg fái tørv á nikotini, tá eg… (t.d. drekki kaffi, haldi pausu ella eftir nátturða).
- So vil eg í staðin… (t.d. leggja kabal, telja allar litirnar í rúminum ella fara ein túr runt í húsinum).
Trongdin hvørvur skjótt
Trongdin til nikotin kann kennast ógvuslig, meðan hon leikar á, men trongdin varir í veruleikanum bert 3-7 minuttir.
Tað er ikki víst, at trongdin hvørvur heilt, hóast tú gert okkurt annað, men tað kann vera lættari at koma gjøgnum ta løtuna, ið er trupul.
Fá fleiri hugskot um tínar fyrireikingar: