Abstinensir
Nikotin elvir til bundinskap og gevur abstinensir, tá tú gevst.
Nikotinabstinensir kunnu kennast ógvusligar, bæði kropsliga og sálarliga. Tú kanst t.d. fáa stóra nikotintrongd, høvuðpínu, kenna stóran ófrið á tær ella vera órólig/-ur.
Summi fáa ilt við at hugsavna seg, svøvntrupulleikar, lagið er skiftandi ella ringt, eftir at tú legði av. Um tú ert givin at roykja, er eisini vanligt at kenna tað eins og tekin um beinkrím, at tú hostar meira, at matarlysturin veksur ella tú fært hart lív.
Hví fái eg tað so ringt?
Abstinensir eru ikki vandamiklar. Tær eru tekin um, at kroppurin hevur verið bundin at nikotini og nú er í ferð við at venda aftur til eina javnvág uttan nikotin. Royn at síggja hetta sum eitt sunt tekin. Kroppurin er í ferð við at fáa tað betri.
Bundinskapur kann vera sálarligur, sosialur og kropsligur. Tá ið kroppurin er vorðin bundin at nikotini, kann tað vera torført at klára seg uttan.

Bundinskapurin kann vera sálarligur, sosialur og kropsligur. Tá kroppurin er vorðin bundin av nikotini, kann tað vera torført at klára seg uttan.
Halt á!
Hóast tað er trupult, halt á. Abstinensir byrja vanliga einar tveir tímar eftir tín royki- ella nikotinsteðg, og kemur í herðindum, sum vara umleið 3-7 minuttir. Ofta veksa tær í styrki fyrstu dagarnar av nikotinsteðginum og eru í hæddini eftir tveir dagar.
Komandi 3-4 vikurnar minka abstinensirnar stigvíst. Tað hendir samstundis sum heilin finnur aftur til sína upprunaligu javnvág, og tú fært nýggjar vanar.
Hvat kann eg gera?
Tú kanst halda abstinensirnar út við at leiða uppmerksemið burtur, t.d. við at halda hendur og høvd í gongd við eitthvørt. Gakk ein túr, tosa við ein vin ella royn at hugsavna teg um tað, tú sært rundan um teg. Tú kanst eitt nú telja, hvussu nógv akfør tú sært rundan um teg ella okkurt líknandi.
Tú kanst eisini arbeiða við at góðtaka abstinensirnar, tá tær koma. Minst til, at abstinensir eru ikki vandamiklar, og tær hvørva aftur. Royn t.d. við eini mindfulness-venjing sum hjálp.
Mindfulness er ljóðvenjingar, sum skapa ró í nervalagnum. Tú kanst brúka tað, tá tú kennir trongd eftir nikotini, ella tá tú kennir ófrið í kroppinum. Í hesi venjingini verður tú leidd/-ur ígjøgnum royki- ella nikotintrongdina:
Falskar abstinensir
Ver varug/-ur við, at trot uppá svøvn, mat og vætu kann hava við sær mishug, sum minnir um nikotinabstinensir. Tí er tað eitt gott hugskot at eta regluliga og fáa nóg mikið av svøvni og vætu.
Les meira: